Our Services

Vit eru ein lítil ritbúnaðarfyritøka, sum er serkøn í at arbeiða við dátum – alt frá at savna dátur saman til at leggja tær fram.
Vit hava fleiri ára royndir í at menna loysnir til bæði smærri og størri fyritøkur.
At ummynda dátur til upplýsingar, ið kunnu skiljast og brúkast, er eitt ofta forsømt amboð, sum fyritøkur kunnu brúka til at taka enn betri leiðsluavgerðir.

Power BI

Brúka tað besta self-service BI-amboðið frá Microsoft og fá møguleikan til at geralivandi úrrit. Tú kanst bæði heinta dátur frá nærkeldum sum SQL Server og Excel, og frá nettænastum sum Facebook, Twitter o.ø. Gev brúkarunum eina visuella uppliving av tykkara upplýsingum. Vit importera/ummynda dátur, gera dátumodell, úrrit og uppseting. Harafturat bjóða vit skeið í Power BI.

Dátutorg og dátuvøruhús (Datamart og Data Warehouse)

Savna saman dátur frá nógvum ymiskum keldum og skapa sannindi, sum kunnu hjálpa leiðsluni við at taka tær røttu avgerðirnar. Fá møguleikan til at síggja rákini, so fyritøkan er fyrireikað til broytingar, áðrenn tær henda. Útvega dátur ígjøgnum standardiserað samband við úrritsamboð, Excel ella Power BI. Brúka hesi til at rokna tín KPI út og brúka drill-down­ fyri at síggja tærgrundleggjandi upplýsingarnar.

Power BI Embedded & Service

Deil úrrit í skýnum og gev trygt beinleiðis atgongd til tínar dátur (in-house). Brúka Power BI Service til at vísa dátur á tíni heimasíðu. Við Power BI Embedded kann Power BI byggjast inn í tínar innan- og uttanhýsis vev-appir.

Our Works

Her sært tú eitt úrval av stórum dátumongdum, sum eru gjørdar lættar at lesa. Gev gætur: Yvirlitini her á síðuni eru demo útgávur og tískil ikki altíð eftirfarandi. Ikki er loyvt at endurgeva yvirlitini á øðrum miðlum uttan loyvi frá BI.fo.

Latest Posts

No items were found matching your selection.

Samband

JESPER D. CHRISTOFFERSEN
Business Intelligence (BI) Engineer